2015-04-01 17:20
Alifyritøkan HIDDENFJORD er í hesum døgum í holt við, at seta smolt í ringarnar inni á Vestmanna. Tilsamans skulu 1,3 mill. setast út á Vestmanna, helmingurin verður sett út nú og hin helvtin verður sett út uml. 1. juli. Støddin á smoltunum, sum verða sett á sjógv nú liggur millum 250 og 500 gramm, sigur Ingi Joensen, leiðari á smoltstøðini á Fútakletti.
Myndamaður okkara var á Oyrargjógv, har smoltini fara umborð á bátin Víking, sum so siglir tey inn á Vestmanna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald