2015-02-23 17:33
Mikudagin 18. februar skrivaðu Reiðarafelagið fyri Farmaskip og Maskinmeistarafelagið undir nýggjan tvey ára sáttmála.
Umframt ávísar tillagingar í sáttmálanum vórðu partarnir samdir um eina lønarhækking á 1,98 % hin 1. mars 2015 og 2,25 % hin 1. mars 2016. Hetta er sama hækking sum í hinum semjunum, ið eru gjørdar millum fakfeløg á privata arbeiðsmarknaðinum og Føroya Arbeiðsgevarafelag, har Reiðarafelagið fyri Farmaskip er limur.
Partarnir undirskrivaðu eisini avtalu um fráboðanarfreist í sambandi við verkfall.
Kelda: vinnuhusid.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald