Hátíðardagurin hjá føroyskari vinnu verður fríggjadagin. Melda til á www.industry.fo.
Áhugin fyri Vinnudegnum er aftur í ár stórur, og væntandi verða knapt 400 føroysk vinnulívsfólk og fólk, sum hava tilknýti til føroyska vinnu, í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 26. september.
Skráin fyri Vinnudagin 2014er fjølbroytt við áhugaverdum fyrilestrum, spennandi kjaki og sjálvandi avdúkingini av Ársins Virki og Ársins Átaki.
Á skránni eru fyrilestrar viðDr. Jonas Ridderstråle, rithøvunda av metsølubókunum ???Funky Business??? og ???Karaoke Capitalism???,Johan Bülow, stjóra og stovnara av Lakrids by Johan Bülow, ogBoga Bech Jensen, stjóra og professara á Fróðskaparsetur Føroya.
Aftur í ár verður spennandi kjak á skránni ??? hesuferð er evnið ???Hvat skulu vit duga???. Til at kjakast um hetta evnið hava vit fingið Gunnbjørn Joensen, stjóra í Thor, ??lavur Ellefsen, stjóra í Simprentis og Eriku Hayfield, adjunkt í samfelagsvísindum á Fróðskaparsetri Føroya. Kjakið verður stýrt av Stefan í Skorini og ??luvu Zachariassen.
Tilmelding til Vinnudagin fer fram áwww.industry.foella við at ringja til Vinnuhúsið á telefon 309900.
Kelda: vinnuhusid.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald