Vinna

Seinasta árið løgdust 805 fólk afturat í Føroyum

...

2021-11-11 09:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tann 1. oktober í ár var fólkatalið 53.513. Tað er vaksið við 805 fólkum ella við 1,5% í mun til somu tíð í fjør. Størsti vøksturin var í Suðurstreymoyar øki, meðan størsta afturgongdin var í Sandoyar øki.

Lutfalsligi vøksturin í fólkatalinum er tann sami sum í undanfarna tíðarskeiði, tá fólkatalið eisini vaks við 1,5%. Sostatt hevur lutfalsligi fólkavøksturin ligið millum 1,5% og 1,8% fyri hvørt 12-mánaðarskeið í út við fýra ár. Myndin niðanfyri vísir gongdina í fólkatalinum.

Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinumKelda: Hagstova FøroyapersónarFólkataliðMáltTrendurNov '18Jan '19Mar '19Mai '19Jul '19Sep '19Nov '19Jan '20Mar '20Mai '20Jul '20Sep '20Nov '20Jan '21Mar '21Mai '21Jul '21Sep '2119902000201020???50.00051.00052.00053.00054.00053.513

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð). Vøksturin síðsta árið kemur av eini nettoflyting á 517 og einum burðaravlopi á 288, og tað er tætt við tað sama sum í undanfarna tíðarskeiði.  

Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í tilflytingini og fráflytingini.

Kelda: Hagstova FøroyaTil- og fráflytingTrendurMált - Flutt til FøroyaMált - Flutt úr FøroyumTrendur - Flutt til FøroyaTrendur - Flutt úr FøroyumJan '12Jul '12Jan '13Jul '13Jan '14Jul '14Jan '15Jul '15Jan '16Jul '16Jan '17Jul '17Jan '18Jul '18Jan '19Jul '19Jan '20Jul '20Jan '21Jul '21200020200100200300

Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í føðitalinum og í deyðatalinum.

Kelda: Hagstova FøroyaFødd og deyðTrendurMált - Livandi føddMált - DeyðTrendur - Livandi føddTrendur - DeyðJan '12Jul '12Jan '13Jul '13Jan '14Jul '14Jan '15Jul '15Jan '16Jul '16Jan '17Jul '17Jan '18Jul '18Jan '19Jul '19Jan '20Jul '20Jan '21Jul '2120002020050100

Talvan niðanfyri vísir fólkatalið skift á øki fyri 1. oktober 2020 og 2021. Størsti parturin av teimum, sum løgdust afturat fólkatalinum seinasta árið, búgva í Suðurstreymoyar og Eysturoyar økjum. Soleiðis var eisini í undanfarna tíðarskeiði. Men í hinum fimm økjunum var seinasta árið annarleiðis enn undanfarna tíðarskeið. Í Norðoya, Vága og Suðuroyar økjum vaks fólkatalið seinasta árið uppaftur meira, meðan Norðurstreymoyar og Sandoyar øki fóru frá einum vøkstri í fólkatalinum undanfarna skeið til eina minking hetta seinasta árið. 

Fólkatalið í økjum

okt 2020 ??? okt 2021

 oktobermunur
 20202021persónar%
Tilsamans52.70853.5138051,5
Norðoya øki6.2556.351961,5
Eysturoyar øki11.92212.1522301,9
Norðstreymoyar øki4.0184.005-13-0,3
Suðurstreymoyar øki21.23321.6554222,0
Vága øki3.3543.393391,2
Sandoyar øki1.2891.273-16-1,2
Suðuroyar øki4.6374.684471,0

 

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

Kelda: Hagstovan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder