Vinna

Sáttmáli undirskrivaður millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Finansforbundet

...

2015-03-30 17:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Mikumorgunin 25. mars skrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Finansforbundet undir nýggjan tvey ára sáttmála.

Partarnir vórðu samdir um eina lønarhækking á 1,85 % 1. árið og 2,25 % 2. árið. Harumframt vórðu ávísar broytingar og tillagingar í sáttmálanum gjørdar.

Samanlagt er talan um sama karm, sum semja hevur verið um í hesi sámráðingarrunduni hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Partarnir undirskrivaðu eisini avtalu um fráboðanarfreist í sambandi við verkfall.

Eisini er Sáttmáli undirskrivaður millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF

Hósdagin 26. mars varð nýggjur tvey ára sáttmáli undirskrivaður millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og YFT, ið er yrkisfelag teirra, ið starvast í tryggingar-, fíggjar-, KT o.l. fyritøkum.

Umframt ávísar broytingar og tillagingar í sáttmálanum vórðu partarnir samdir um eina lønarhækking á 1,97 % 1. árið og 2,25 % 2. árið. Eisini varð ein regulering gjørd av útbúvingarískoytinum á 0,01 %.

 

Samanlagt er talan um sama karm, sum semja hevur verið um í hesi sámráðingarrunduni hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Partarnir undirskrivaðu eisini avtalu um fráboðanarfreist í sambandi við verkfall.



 









Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder