Vinna

Sáttmálasamráðingarnar fyri Posta og Føroya Tele byrjaðar

...

2014-12-01 20:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Á fundi fríggjadagin í farnu viku handaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið hvørjum øðrum krøv teirra til broytingar í sáttmálunum partanna millum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelag hava tveir sínamillum sáttmálar. Annar er fyri starvsfólkini á Posta og hin fyri starvsfólkini á Føroya Tele. Báðir sáttmálarnir ganga út 1. januar 2015.

Sáttmálasamráðingarnar halda fram í morgin og miðjað verður ímóti at koma á mál fyri jól.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder