Vinna

Sandshavið hevur gjørt góðan túr sunnanfyri

...

2015-02-06 13:00 Author image
placeholder

 Línuskipið Sandshavið kom á Havnina seint í nátt við 120.000 pundum, sum teir í morgun skulu landa til Barðið í Havn, meginparturin av veiðuni er toskur og hýsa.

Sandshavið hevur roynt sunnast í føroyskum sjógvi hendan túrin.

Havbúgvin kom eisini á Havnina í nátt, Havbúgvin hevur roynt vestanfyri, Havbúgvin hevur 65.000 pund, sum í gjár varð boðið út á Fiskamarknaðinum fyri kr. 482-túsund. Eisini hjá Havbúgvanum var meginparturin toskur og hýsa.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder