JN

Sandavágur: Hammershaimbsvegur stongdur vegna arbeiðið

...

2016-11-25 15:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Arbeiðið at gera rundkoyring í Sandavági er byrjað

Í sambandi við arbeiðið at gera eina nýggja rundkoyring í Sandavági er neyðugt at víðka um verandi arbeiðsøkið frá komandi mánadegi 28. november 2016 at rokna, og so leingi arbeitt verður.

Í hesum tíðarskeiði verða ferðsluviðurskiftini broytt soleiðis, at høvuðsíbindingin til eystaru síðu av Sandavági verður stongd fyri allari ferðslu. Á kortinum omanfyri sæst, at tað er Hammershaimbsvegurin (við kommunuskrivstovuna), ið verður stongdur, og hvar ferðslan kann koyra ístaðin. Á vegateininum frá Steigabrekku 22 til Sarpaveg 1 verður ferðslan stýrd við ljósregulering í dagtímunum. Parkeringsforboð verður við ljósreguleringina.

Fyri at minka um ferðsluna, meðan arbeitt verður, verður eyka skúlabussur settur inn, soleiðis at allir skúlanæmingar kunnu taka bussin í skúla á morgni.

Um veðrið er til vildar, fer hetta arbeiðið at taka umleið tvær til tríggjar vikur at gera.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder