2015-08-22 16:00
So mátti hetta fitta húsið á Steig falla - Flestu ferðafólkini, sum vitjaðu á Steig í Sandavági, hava avmyndað húsið hjá "Emil" ella hjá "Alec og Katrinu", sum hevur staðið síðani Emil Petersen fyri mongum árum síðan bygdi tað upp aftur. Nú skulu onnur fitt sethús byggjast á staðnum.
í bókini Av fjalli at fjørustrond stendur: At tað var Niklas á Steig, sum búði í húsinum heiman fyri Myllánna, har sum nevnt verður í Toftini. Tað er har, sum tey lítlu húsini, ið Emil bygdi eru.
Vit tóku nakrar myndir í gjár, tá ið húsið varð tikið niður - sí niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald