2014-08-06 05:06
Saksaberg siglir inn við 400 tonsum av makreli. Saksaberg fer á Tvøroyri at landa, teir verða á Tvøroyri kl. 10 í morgun. Í løtuni landar Jupiter á Tvøroyri, men teir verða liðnir, tá ið Saksaberg kemur.
Saksaberg hevur tikið ímóti makrelinum frá Baki og Stelki.
Veðrið er gott á feltinum, men mánadagin var fríkst lot - uml. 18m/sek. - tá kom ikki nógv burturúr.
Tey flestu føroysku skipini royna í ein útnyðring úr Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald