Vinna

RUTH landaði 700 tons av lodnu í Neskaupstaði

...

2014-07-22 14:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Danska nóta- og trolskipið RUTH landaði í gjár 700 tons av lodnu í Neskaupstaði í Íslandi. RUTH hevur fiskað lodnuna í grønlendskum sjógvi, miðskeiðis millum Grønland og Ísland.

RUTH hevur gjørt tveir lodnutúrar, tann fyrra túrin var nógv lodna at síggja, men seinna túrin var meira smáligt, sigur íslendingurin Hjørvar Moritz Sigurjónsson, sum var ein av 4 íslendingum, sum var við RUTH á lodnuveiðu hesar báðar túrarnar.

RUTH legði lodnunótina upp í Neskaupstaði, síðan settu teir kós móti Føroyum, her teir verða um middagin. Teir skulu hava trolútgerðina umborð, síðan verður farið á silda- og makrelveiðu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder