2014-07-09 03:51
RUTH, sum føroyingar í Hirtshals eiga, fer nú á lodnuveiðu í grønlendskum sjógvi.
Ruth var á Neskaupstaði í dag, har teir tóku trol, eisini skulu 4 íslendingar við skipinum, nú teir fara á lodnuveiðu.
Ruth var á Fuglafirði um vikuskiftið, har teir tóku útgerð frá Vónuni.
Myndirnar hevur Eyðun Simonsen tikið, tá ið Ruth var á Neskaupstaði í dag. Ruth loysti seinnapartin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald