JN

Runavík kommuna fekk triðju virðisløn í Nordic Built Cities

...

2016-11-03 21:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, handaði virðisløn, tá vinnarin av Nordic Built Cities varð avdúkaður í Keypmannahavn seinnapartin. ???The Eyes of Runavík??? fekk triðju virðisløn.

- Hendan kappingin hevur víst okkum, at tey, ið leita eftir íblástri til nýskapandi bygging, fyri ein part kunnu finna tað í Føroyum. Okkara máti at loysa stóru avbjóðingar við bústaðar og býarrúmum, hugtekur onnur og tað kunnu vit øll vera errin av, sigur landsstýriskvinnan í viðmerking.

Seks norðurlendskir býir ??? Runavík, Keypmannahavn, Oslo, Malmø, Espoo og Kópavágur ??? hava leitað eftir nýskapandi loysnum uppá avbjóðingar teirra býi viðvíkjandi. Avbjóðingin, sum teir luttakandi arkitektarnir skuldu loysa vegna Runavíkar Kommunu, snúði seg um kendu føroysku avbjóðingina: Hvussu vit frægast kunnu byggja í brattlendi.

Runavíkar kommuna fekk upprunaliga 20 uppskot um loysnir úr Føroyum, Norðurlondum og Evropa. Á sumri í ár gjørdist greitt, at "The Eyes of Runavík??? við White Architects úr Danmark vunnu kappingina.

Seinnapartin var finala í kappingini og fleiri enn 200 gestir vóru komin saman í konserthúsinum hjá Danmarks Radio at heiðra vinnararnar av Nordic Built Cities. Vinnarin gjørdist ???The Soul of Nørrebro??? og onnur virðisløn, sum Sirið Stenberg handaði, fekk ???Co-op City??? og Espoo í Finnlandi.

Tilsamans komu inn 148 uppskot til teir seks býirnar og 19 uppskot til loysnir vóru við í finaluni í dag.

Um Nordic Built Cities

Nordic Built Cities er ein sonevnd ???vita-skipan??? í norðurlendska samstarvs skipanini fyri nýskapan og vinnupolitik 2014-2017 undir Norðurlendska Ráðharraráðnum.

Danmark hevur yvirskipaða ábyrgd fyri skipanini og hevur ábyrgd fyri, at hon verður sett í verk í samstarvi við hinar norðurlendsku stjórnirnar og Norðurlendska Ráðharraráðið. Nordic Innovation hevur ábyrgd av skapan og stýring av Nordic Built Cities skipanini, m.a. Nordic Built Cities kappingini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder