Vinna

Rókur og Lerkur eru seldir til Fraklands

...

2021-11-09 14:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Jens Pauli Petersen stjóri á Faroe Origin váttar fyri okkum í dag, at partrolararnir hjá Faroe Origin - R??KUR og LERKUR - eru seldir til Fraklands, teir skulu framyvir fiska í Norðsjónum, við partvís føroyskari manning.

Rókur og Lerkur vóru fyrst til botnsýn á Skála, har umboð fyri keyparin var við, síðan fóru teir til Runavíkar eftir ymiskum, sum hoyrdi til skipini, føroysk manning sigldu síðani Rók og Lerk til Akureyrar, har skipini fáa nýggja fabrikk, hvussu leingi tað kemur at taka visti Jens Pauli ikki at siga okkum, men tá ið tað er liðugt, tá fara Rókur og Lerkur í Norðsjógvin at fiska.

Føroysku manningarnar komu heim úr Íslandi í gjár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder