![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Góð útlit fyri 2020, men óvissa valdarframvegis
Roknskapurin hjá BankNordik fyri ársins fyrstu níggju mánaðir vísir, atgrundraksturin er góður, og at bankin er væl bjálvaður. COVID-19 hevur ikkiávirkað fíggjarligu gongdina hjá bankanum so nógv sum upprunaliga væntað.
Hóast 2020 higartil hevur verið eitt óvanligt ár orsakað av farsóttini, væntar BankNordiknú, at ársúrslitið verður 140 - 160 mió. kr. eftir skatt. Tað er betri enn upprunaliga mett. Ímars setti bankin hjálpartiltøk í verk fyri at geva sperdum fyritøkum og húsarhaldummøguleika at útseta lánsgjøld í sambandi við avleiðingarnar av korona. Tørvurin áfíggjarligari hjálp minkaði tó munandi longu í 2. ársfjórðingi, og í 3. ársfjórðingi varnærum eingin eftirspurningur eftir at útseta lánsgjøld.
???Vit eru fegin um, at bæði vinnulív og húsarhald sum heild hava klárað seg væl ígjøgnum avbjóðandi tíðarskeiðið. Fyri ávísar partar av vinnulívinum hevur talan tó verið umógvusliga afturgongd, og harumframt eru framtíðarútlitini í løtuni tengd at stórari óvissu.Tí hava vit hækkað upphæddina, ið er sett av til møgulig tap í kjalarvørrinum á farsóttini, úr 35 mió. kr. upp í 50 mió. kr. Vit eru framvegis til reiðar at hjálpa okkara kundum,um teir fáa tørv á fíggjarligari hjálp í sambandi við avleiðingarnar av COVID-19,??? sigurÁrni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.
Fíggja bústaðir um alt landið
Árið hjá Trygd hevur higartil verið munandi verri enn væntað orsakað av nógvumskaðum, men í 3. ársfjórðingi batnaði gongdin nakað. Nógv virksemi hevur verið ábústaðarmarknaðinum í ár, og hetta hevur havt góða ávirkan á virksemið hjá Skyn, sumhevur selt nógvar ognir. Bankin fíggjar framvegis bústaðir um alt landið, og príslegantykist ikki vera ávirkað av farsóttini. Tó er mynstrið broytt nakað seinastu tíðina, soleiðisat alsamt fleiri keypa og byggja bústað uttan fyri høvuðsstaðarøkið.
Varpa ljós á vantandi innlit í pensjón og trygging
Ein kanning hjá bankanum vísir, at heili 85% av føroyingum ikki hava nóg gott innlit íegin pensjóns- og tryggingarviðurskifti. Tað kann fáa óhepnar avleiðingar fyri tanneinstaka, um pensjónssamansparingin er ov lítil, ella um tryggingarnar ikki samsvaravið tørvin. ???Tá ið støðan í samfelagnum er óviss, er tað uppaftur meira umráðandi athava innlit í síni fíggjarviðurskifti. Tí mæla vit kundum til at seta seg í samband viðokkum fyri at tryggja, at viðurskiftini eru í lagi og samsvara við lívsstøðuna,??? sigur ÁrniEllefsen.
Effektivur rakstur
Bankin leggur seg áhaldandi eftir at halda útreiðslunum á einum ráðiligum støði, og í tísambandi varð virksemið hjá bankanum umskipað í desember í fjør. Framdu tiltøkinihava brynjað bankan til avbjóðingarnar, sum árið higartil hevur havt við sær.Solvensurin er hækkaður upp í 24,9%, og bankin er væl bjálvaður til at standa ímótifíggjarligu avleiðingunum av heilsukreppuni.P/F BankNordikOknarvegur 5Postboks 3048FO-110 TorshavnTlf. +298 330 330www.banknordik.com BankNordik
Roknskapurin í stuttum
- ??rslitið fyri skatt gjørdist 156 mió. kr. samanborið við 201 mió. kr. sama tíðarskeið í 2019
- Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 155 mió. kr. samanborið við 108mió. kr. sama tíðarskeið í 2019
- Niðurskrivingar vórðu afturførdar fyri 6 mió. kr. samanborið við 80 mió. kr. íafturførdum niðurskrivingum sama tíðarskeið í 2019
- Rakstrarúrslitið gjørdist 162 mió. kr. samanborið við 189 mió. kr. sama tíðarskeið í 2019
- Bankin hevði 9,8 mia. kr. í útlánum samanborið við 10 mia. kr. sama tíðarskeiðí 2019
- Innlán bankans lækkaðu úr 13,6 mia. kr. sama tíðarskeið í 2019 til 12,9 mia. kr.
- Solvensurin hækkaði úr 21% sama tíðarskeið í 2019 til 24,9%
- Bankin væntar, at nettoúrslitið fyri 2020 verður millum 140 og 160 mió. kr. (viðársbyrjan var væntaða úrslitið millum 100 og 150 mió. kr.)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald