2015-02-04 15:54
Kanadiski trolarin Inuksuk hevur havt rokfiskiskap eftir rækjum, teir fiskaðu 380 tons í 7 dagar, besta dagin fingu teir 67 tons í lastina. Skipið er nú ávegis inn til Nýfunland at landa.
Tær stóru rækjurnar verða framleiddar til japanska marknaðin og tær smærru verða bara frystar. Vit hava fingið upplýst, at Inuksuk hendan túrin hevur fiskað fyri kr. 10 milliónir.
Tað eru tveir føroyingar við Inuksuk - skipari er Jóhan Hansen og maskinmeistari er Jens A. Zachariassen.
Inuksuk er gamli Hvítanes.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald