Vinna

Ran heim við 200 tonsum av kongafiski

...

2014-10-25 18:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Trolarin Ran hjá THOR í Hósvík er á veg heim við stívum 200 tonsum av skráskornum kongafiski. Veiða er fiskað í altjóða sjógvi umleið 800 fjórðingar í ein landnyrðing úr Føroyum.


Á hvørjum ári seinastu árini hevur Ran gjørt ein túr eftir uppisjóvarkongafiski norðan fyri Føroyar. Veiðan hevur oftani ligið um 2-300 tons um árið, og í ár er hon góð 300 tons. Hetta er annar túrurin hjá skipinum í altjóða sjógvi í ár.

Prísurin á kongafiski er 22 krónur kilo, og tað eru japanar, sum keypa fiskin.

Sambært THOR er tað sera umráðandi, at vit royna at halda áfram at fiska rættindir til Føroyar, og tí er ætlanin at halda fram við hesum fiskiskapinum komandi árini.

Undir heimferðini fekk Ran tekniskar trupulleikar við ljósmotorinum, men verður væntandi inni mánadagin.

Tá skipið er landað, og ljósmotorurin skiftur, verður kósin beinanvegin sett mót Flemish Kap at fiska kongafisk og svartkalva.

Talan er um smáar kvotur, sum Føroyar hava uppbygt sær rætt til ígjøgnum árini. Somuleiðis hevur reiðaríið seinastu árini keypt kvotur frá øðrum londum. Eitt nú frá Korea, Kuba, USA og ES.

Ran verður væntandi klárur at fara aftur til fiskiskap um eina til tvær vikur. 
Kelda thor.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder