Rætting til grein hjá Alex Vilhelm
Lat tað verða sagt beinanvegin at eg ætli mær Ikki út í nakað kjak í Fjølmiðlunum um Alex Vilhelm og hansara virkið,men í grein her á Jn.fo skuldsetur hann meg fyri at hava sagt nakað ið eg IKKI havi sagt. Á Landsfundinum hjá Sambandsflokkinum hevði eg nakrar viðmerkingar/spurningar til tingmanningina/landstýrisfókini hjá flokkinum. Eg segði at eg ætlaði mær at tosa um fiskiskipanina,um tryggar karmar og nýggjan av fiskiflotanum,men tað støðgaði skjótt tí eg fann útav at ein Krambúðarkallur í Vági kundi liggja á sofuni við eini fartelefon og FISKA 1500 tons av makreli í fleiri ár tá leyp kedan av (eg segði IKKI sølu av kvotun) sum Alex sigur í greinini. Eg segði heldur IKKI at hann hevði broti lógina, so skrivar hann eisini at hann saman við teirra advokati at tað er ærumeiðing at blíva nevndur krambúðarkallur (Eg nevndi ongantíð í míni viðmerking navni ALEX VILHELM) men um eg hyggji í Sprotan so er krambúðarkallur ein ið útflýggjar vørður,løgi skal tað verða um hann ikki gerð tað,hann sigur jú at hann er keypmaður. Eg ætli mær IKKI at viðmerkja nakað um ættartalvuna hjá honum í greinini.
Men eg vil ikki verða lagdur undir at hava sagt nakað ið eg ikki havi sagt.
Hans Højgaard
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald