2018-10-08 06:22

Tann vælumtókti ræstkjøtaburgarin verður at fáa í Vágum týsdagin, tá ið Streetfood Føroyar við Ruben á odda kemur vestur við at selja vágafólki ræstkjøtaburgarar, Streetfood selur eisini burgarar við feksum kjøti.
Streetfood vognurin var eisini í Vágum fyri tveimum vikum síðani, og Ruben sigur við jn.fo, at nógv Vágafólk komu at royna burgarin tá.
Vognurin hjá Streetfood Føroyar verður standandi við FK í Miðvági, og hevur hann opið millum 12 og 19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald