Mikudagin 24. november verður ráðstevna um burðardygga bygging á Hotel Hilton. Føroyskir og útlendskir fyrilestrarhaldarar greiða frá teirra verkætlanum innan burðadygga bygging.
Tað er einki loyndarmál, at heimsins samfelagsmenning ikki er burðardygg. Í samfelagsmenningini hevur byggivinnan ein stóran part og er tí eisini millum tær vinnur, ið nýtir mest av heimsins náttúratilfeingið, nýtir mest evnindi, framleiðir mest burturkast og stendur fyri størsta partinum av samlaða útlátinum. Tískil er byggivinnan vorðin ein brennidepil ið heimsins veðurlagspolitikki.
Hóast tann føroyska byggivinnan ikki kann sigast at veita tað størsta íkasti til umhvørvisávirkanina frá byggivinnuni sum heild, so fer hon tó í framtíðini at verða ávirkað av tí burðardyggu menning, ið grannalondini nú eru farin undir. Av hesi orsøk er grundarlag fyri at taka burðardygd upp sum evni á eini ráðstevnu, ætlað øllum virkandi pørtum innan byggivinnuni í Føroyum. Tørvur er á at førleikamenna vinnuna og at taka upp evnir sum kunnu leggja upp til kjak um framtíðar menning av vinnuni sum heild.
Tað eru Ráðgevarafelagið og Føroya Handverksmeistarafelag, sum skipa fyri ráðstevnuni um burðardygga bygging. Ráðstevnan verður tann 24. november klokkan 12:00 ??? 17:00. Fyriskipararnir ynskja at bjóða øllum virkandi innan byggivinnuna í Føroyum til at luttaka.
Gevið gætur, at krøv fara at vera sett til tey tilmeldaðu á ráðstevnuni viðvíkjandi prógv fyri koppseting ella negativa korunukanning.
Kostnaður:
1700 kr. pr. luttakara fyri limir
3400 kr. pr. luttakara fyri ikki-limir
Skráin kemur seinni
Til ber at melda seg til ráðstevnuna við at senda ein teldupost til [email protected]
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald