Vinna

Poul Hansen um uppboðssølu: ???Eitt El Dorado fyri strámenn???

...

2014-11-12 18:07 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Poul Hansen advokatur, Magni Laksáfoss búskaparfrøðingur, Jógvan Mørkøre samfelagsfrøðingur og Jacob Vestergaard fiskimálaráðharri møta umboðum fyri vinnuna í kunningar- og kjakblaðnum Sjógvur & Fólk.

Eitt serblað undir heitinum ???Sjógvur & Fólk??? leggur ídag fram eina røð av týðandi spurningum um ta føroysku fiskivinnuna. Blaðið ger nógv burtur úr menningini sum hevur verið í seinastuni innan serliga uppisjóvarvinnuna, við frásagnum av Tvøroyri og úr Fuglafirði, Klaksvík og Runavík; gjøgnum samrøður við leiðandi persónar viðger blaðið harafturat aktuellar spurningar so sum uppboðssølu av rættindum, tilfeingsgjald og ætlaðar fiskivinnupolitiskar nýskipanir.

Á baksíðuni ávarar Poul Hansen advokatur móti uppboðssølu hugtakinum, sum hann kallar ???eitt El Dorado fyri strámenn.??? Inni í blaðnum er Jógvan Mørkøre samfelagsfrøðingur endurgivin fyri at siga at tilfeingisgjald á fiskivinnuna fæst ikki at virka eftir ætlan uttan so at vinnan sjálv hevur ein leiðandi leiklut í tilgongdini. Samstundis sigur Magni Laksáfoss búskaparfrøðingur at uppisjóvarvinnan vísir vegin og eigur at geva íblástur fyri aðrar partar av fiskivinnuni hóast nakað av ørkymlan tykist valda kring skattahugtøk.

Forsíðan snýr seg fyrst og fremst um at óvissa um veiðirættindi frá og við 2018 alsamt meira ávirkar íløguhugin í fiskivinnuni tann skeiva vegin ??? reiðarar rokna við at ongar størri íløgur verða gjørdar fyri tíðina orsakað av vaksandi búskaparligum váða. Eisini Herluf Sigvaldsson sigur frá sínum arbeiði sum samráðingarleiðari í tingingum við strandalond um makrel og sild.

Búi Tyril er blaðstóri og hevur staðið fyri framleiðslu og útgávu av blaðnum, sum Posta ber út í hvørt húski ídag umframt til allar vinnuligar postsmogur.

Onnur dømi úr innihaldinum:

Jacob Vestergaard fiskimálaráðharri svarar spurningum um tilfeingisgjald, uppboðssølu av fiskirættindum, 2018 og ymiskt um ta komandi nýggju fiskivinnulóggávuna.

Umboð fyri vinnuna siga at uppboðssøla av veiðirættindum kann gera atgongd til fisk alt ov dýra fyri føroyskar útflytarar, sum av hesum kunnu missa fótafesti á altjóða marknaðum, har kappingarneytar njóta gott av vinnupolitiskari verju í sínum heimlondum.

Eitt krav um 400.000 krónur sum minsta mark í inntøku er við at útrudda útróðurin, ávarar Doru Tiberiu á Torvlaðnum, sum heldur at avleiðingin kann gerast at føroyingar missa virðismikla vitan um fisk og streym umframt eina inngongd fyri tey ungu til hægri størv á sjónum.

Sjógvur & Fólk er sum talgild útgáva at finna á www.sjogvurogfolk.com

Búi Tyril

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder