Vinna

Posthúsið í Klaksvík flytur

...

2021-02-05 13:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eftir at hava húsast í somu hølum í Klaksvík síðani miðskeiðis í sekstiárunum, letur Posta nú hølini til Mentanarhúsið í Klaksvík. Bygningurin varð í síni tíð bygdur til postvirksemiog verður nú karmur um mentanarlig tiltøk:

  • Vit ynskja Mentanarhúsinum blíðan byrð, og vit fegnast um, at mentanarlívið í Klaksvík fær so góðar karmar. Nú eru vit eru í ferð við at leggja síðstu hond á nýggju hølini, soleiðis at vit verða klár til at bjóða viðskiftafólkum vælkomnum frá mánadegnum, sigur Joel undir Leitinum, stjóri á Posta.

Staðsetingin er enn mitt í býnum, tí mánadagin, 8. februar, letur posthúsið upp í Kirkjubrekku 1 - í hølunum, sum nógv kenna sum Innistovu.

Í dag 5. februar er posthúsið stongt vegna flyting.

Upplatingartíðirnar eru tær somu sum áður:

mánadag til fríggjadag frá kl. 10:00-15:00.

Posta ger vart við at postsmogurnar flyta við yvir í Kirkjubrekku 1.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder