JN

Politiið í Vágum má undir ongum umstøðum skerjast

...

2016-11-22 15:01 Author image
placeholder

Kommunurnar í Vágum vilja hervið harðliga mótmæla, at ætlanin er at skerja politiið í Vágum. Heldur eigur at vera økt um styrkina her vesturi.

Vit í oynni hava stórar avbjóðingar. Flogvøllurin liggur her vesturi. Eisini vita vit um, at sera nógv rúsevni er millum ungdómin í oynni. Ein avbjóðing, sum politiið higartil ikki hevur makta og sum hevur kosta okkum, at vit hava mist ungdóm til rúsevnismisnýtslu og vandin er stórur fyri, at vit missa fleiri.
Kommunurnar vilja hervið alment heita á Fútan um at koma á fund við borgarstjórarnar skjótast gjørligt, so vit kunna greiða nærri frá støðini her vesturi og frá tørvinum á politi í oynni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder