2014-07-07 16:56
Um 9-tíðina í morgun kom Tjaldrið á Havnina við Polarhav uppá sleip.
Polarhav, sum partrolar við Stjørnuna, fekk maskinskaða á feltinum sunnanfyri, tí var neyðugt við sleipi fyri at koma á Havnina, har maskinbrekið skal umvælast á MEST.
Men áðrenn Polarhav fer á beding, verður veiðan landað til Barðið í Havn, Stjørnan landar á Kósini, men skipini høvdu havt lítla roynd, so talan er ikki um tær stóru nøgdirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald