2015-09-07 03:05

Grønlendsku trolararnir Polar Princess og Polar Amaroq eru í Neskaupstaði í Íslandi, har teir landa sild, sum er fiskað við Eystur-Grønland.
Polar Princess hevur 1.100 tons og Polar Amaroq hevur millum 600-700 tons. Sildin verður umskipað umborð á eitt farmaskip.
Bæði Polar Princess og Polar Amaroq vóru til makrelfiskiskap, men tað eydnaðist ikki so væl hjá grønlendingum í ár við makrelinum, tí fóru teir ístaðin at fiska sild.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald