2014-11-29 22:57
Grønlendski trolarin Polar Princess kom á Havnina fyrraprarin, har teir skulu skifta trolútgerðina, sum er frá Vónini.
Polar Princess hevur verið til fiskiskap eftir svartkalva í Vesturgrønlandi, har teir hava eina kvotu uppá uml. 1700 tons, sum nú øll er fiskað. Polar Princess hevur 480 tons av svartkalva í lastini, sum í morgin verður landað í Kollafirði, segði skiparin Leivur á Rógvi, tá ið JN.fo tosaði við hann fyrr í dag.
Tá ið liðugt er at landa, tá verður farið í Barentshavið, har teir eiga 1.300 tons av toski eftir at fiska, skipari verður tá Jógvan Líggjas Gregersen.
Hendan túrin, nú teir royndu eftir svartkalva, vóru 24 mans við Polar Princess - harav vóru 11 føroyingar.
Les eisnini HER.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald