2013-11-05 04:23
EB/Streymur hevur í kvøld gjørt ein 2 ára sáttmála við Pól Jóhannes Justinussen, sum kemur at spæla við felagnum frá komandi ári.
Pól Jóhannes er 24 ára gamal og hevur í heimligu kappingini umboðað NSÍ, GÍ og B68. Seinasta hálva annað árið hevur hann spælt við NSÍ.
Harumframt hevur Pól Jóhannus umboðað Føroyar á landsliðnum í fleiri ár.
Kelda: EB/Streymur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald