Vinna

PLACE-IT : elektronisk plástur og pløgg

...

2014-07-03 22:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tá ið roynt verður at boyggja eitt elektroniskt tól, brotnar tað sum oftast og kann ikki nýtast longur. Evropeiska PLACE-IT verkætlanin hevur nú ment eitt nýtt slag av elektronikki, sum kann boyggjast uttan at brotna.


Nýggja slagið av elektronikki kann boyggjast og toyggjast, umframt at tað er haldgott, lætt og kann laga seg eftir formi og rørslu hjá einum menniskja. Hetta letur upp fyri einari røð av nýggjum møguleikum í sambandi við framleiðslu av lutum og tólum til heilsuøkið. Elektronikkurin kann nú formast og leggja seg sum eitt lag av húð, og gevur hetta t.d. heilt nýggj sløg av bandasjum ella tólum til innvortis mátingar.

Ein av luttakarunum í PLACE-IT verkætlanini er fyritøkan Royal Philips, sum longu hevur vøru á marknaðinum, sum er beinleiðis avleiðing av hesari uppfinning. Talan er um ???Blue light??? plástri, sum linnar pínu og hevur víst seg at rigga serliga væl á rygginum.

Týsku luttakararnir hava eisini gjørt brúk av ???blue light??? og hava m.a. ment útgerð, sum kann verða nýtt at máta nýruni. Talan er um eitt liðiligt plástur, sum kann lesa av og máta, hvussu nýruni virka.

Tey, sum hava ment nýggju tøknina, síggja nógvar møguleikar. Higartil hava vit hoyrt um e-bøkur, e-rokningar o.l.. Nú koma e-klæðini.

Tað eru góðir møguleikar fyri framleiðslu av klædnapløggum við innbygdari elektroniskari útgerð ella útgerð, sum kann bøta um t.d. ferðslutrygdina.

PLACE-IT verkætlanin, sum byrjaði í 2010 og var liðug í november 2013, fekk 16 mió evrur í stuðli frá ES gjøgnum FP7 granskingarskránna.

Kelda:Cordisog gransking.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder