Mentan

Pílagrímsgonga í Vágum

...

2015-08-25 02:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Pílagrímsgonga í Vágum.

Sunnudagin 6. sept. verður skipað fyri pílagrímsgongu í Vágum.

Byrjað verður í Sandavágs kirkju kl. 11,00.

Tey, sum ynskja at luttaka í gonguni fara avstað áðrenn gudstænastan endar og síðan verur farið eftir Dalagøtu í Sandavági niðan á Skarð. Tínæst niðan undir Húsafellið út eftir ??ksl út í Botn. Hyggja at Toftini, har fólk krógvaðu seg fyri sjórænarunum. Haðan verður farið oman við Skoragarði, oman at Niðastuskoragarði. So heim eftir vegnum.

Tá verður høvi at fáa ein drekkamunn í Menigheitshúsinum í Sandavági.

Prestarnir Marjun í Kálvalíð og Inga Poulsen Dam hugleiða á túrinum og Heini Petersen er frásøgufólk.

??ll eru vælkomin at verða við. Túrurin tekur uml. 2. tímar.

Prestarnir

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder