2015-02-11 13:34
Djúpvatnstrolarin Phoenix loysti av Havnini tíðliga í morgun og er nú ávegis yvir á Flemmish Cap, har hann skal fiska av føroysku toskakvotuni, saman við trolarunum Brestir, Vesturleika og Sjagakletti, sum fóru avstað seinasta leygardag, trolararnir eiga 1.028 tons av rundum at fiska.
Eisini eru 4 føroysk línuskip á Flemmish Cap, fiskiskapurin hjá línuskipunum hevur verið framúr góður, tey hava øll gjørt ein túr og eru nú á 2. túri.
Tað eru 12 mans við Phoenix.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald