Í morgin er toppuppgerð í Atlantic Airways deildini, dysturin er millum VÍF og KÍF. Klokkan 20:00 verður hann bríkslaður ígongd.
Henrik Gerster venjari hjá VÍF, sigur at allir mans eru tøkir, sum tað sær út nú.
Jakob Jónsson venjari hjá KÍF, sigur at allir mans ikki eru tøkir hjá teimum, men teir ið fara til Vestmannar, fara eftir teimum báðum stiginum.
Petur Mittún venjari hjá H71, hevur givi sína meting av toppuppgerðini. Les hana niðanfyri.
Eg vænti ein spennandi og javnan dyst, við høgari leikferð, har smáu marginalarnir/taktisk trekk koma at avgerða dystin, sum jú eisini er ein lokaluppgerð har nógv verður lagt fyri.
VÍF hevur breiðasta hópin í deildini, við einum góðum blandingi av ungum og eldri spælarum. VÍF sær út til at hava fingið rættuliga glið á spælið og um hetta heldur áfram, verða teir ringir at steðga. Síðsta ár vísti VÍF eitt sindur óstøðugt spæl, sum serliga hekk saman við um Filip hevði ein góðan dag ella ikki. Tað sær út til, at fleiri leikarar bjóða seg fram hjá VÍF í ár. Um Kíf megnar at fáa tamarhald á Filip er nógv vunnið, so er spurningurin um hetta er nokk?
KÍF hevur royndasta og best samanspælda hópin í deildini. Botnstøðið er sera høgt og tí skal nógv leggjast fyri um Víf ætlar sær at vinna. Spælið hjá KÍF hongur í minni mun á herðunum á einstøkum leikara. Verjan er kontant og kontraspælið í serflokki. Um VÍF megnar at minimera kontramaskinuna hjá KÍF er nógv vunnið.
At enda koma málverjarnir hjá báðum liðunum, at spæla ein avgerandi leiklut. Bæði liðini hava góðar málmenn, sum á einum góðum degi kunnu vera avgerandi útfallið um dysturin verður vunnin ella ei!
Samanumtikið er sera ringt at meta um útfallið av dystinum, serliga við støði í at hetta er ein lokaluppgerð og báðir partar tískil eru 100% klárir til dystin. Um vit einans hyggja eftir formbarometrinum, meti eg at VÍF er ein lítil favorittur til at vinna dystin (60-40 til VÍF).
Sí eisini >>Toppskjúttarnir í fremstu deildunum í hondbólti<<
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald