2014-08-06 05:12
Tað hevur gingið við rúkandi ferð at byggja nýggja uppisjóarvirkið PELAGOS í Fuglafirði.
Upprinaliga ætlanin var at royndarkoyra virkið miðskeiðis í juli, men tað helt ikki. Nú er komið somikið áleiðis, at ætlanin er at starta maskinurnar komandi leygardag, men um tað verður klárt, er enn eitt sindur ivasamt - Tað hevur verið arbeitt bæði nátt og dag, teir seinastu dagarnar, fyri at náa málinum. Keldur, sum vit hava tosað við, meta - at tað verður komið somikið langt, at maskinurnar verða startaðar leygardagin. - Sí myndina niðanfyri, hvussu sá út fyrst í apríl..
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald