2015-08-25 20:19

Heykur og Falkur hava landað til Faroe Origin í Runavik, teir høvdu tilsamans 330.000 pund, so gott sum alt var upsi. Skipini høvdu roynt í 8 døgn, teir hava verið eystanfyri.
??tlanin var at Heykur og Falkur skuldu á makrelveiðu, teir hava koyrt trolini í land og tikið útgerð umborð til makrelveiðu, men sáttmálin við Fiskimannafelagið er ikki komin uppá pláss, tað kann í vesta fall viðføra, at skipini als ikki fara á makrelveiðu í summar, verður sagt úr Runavík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald