Ítróttur

Oyggjaleikir 2013 - Ítróttafólkini fara avstað í morgun kl. 8.15

...

2013-07-11 17:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ítróttafólkini, sum skulu kappast á Oyggjaleikunum 2013 á Bermuda, fara avstað í morgun kl. 8.15 við Airbussinum hjá Atlantic Airways, við í ferðalagnum verða útvið 140 fólk.

Oyggjaleikirnir 2013 verða hildnir á Bermuda í døgunum 13. til 19. juli.

100 føroysk ítróttarólk fara at kappast við ítróttafólk úr 22 øðrum oyggjasamfeløgum.

Føroysku ítróttafólkini kappast í badminton, beach volley, fimleiki, flogbólti, fjallasúkkling, frælsum ítrótti, golf, skjóting, súkkling, tennis og triathlon.

Vit ynskja teimum góðan túr og góð úrslit.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder