2021-11-08 18:04
Tað er óveður hjá skipunum, sum royna eftir sild við Ísland, eisini verður sagt frá ringun veðrið í nátt og í morgin.
Tey flestu sigla heim, Jupiter hevur 600 tons og verður inni seint í nátt, teir landa í Fuglafirði.
Fagraberg, Borgarin og Norðinngur sigla eisini til Føroyar, ímeðan Tummas T. og Norðborg enn eru á feltinum.
Vit tosaðu við stýrimannin á Norðborg - Hans Klakkstein - fyri løtu síðan, hann segði, at teir hava 335 tons av sildafløkum og heilfrystari sild, men legði afturat, at fiskiskapurin hevur verið út av lagi vánaligur og nú er vánalgt veður eisini, sagt verður frá óveðri aftur í nátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald