Vinna

??veður á lodnufeltinum útfyri Norðurlandinum

...

2015-02-12 04:16 Author image
placeholder

 Norðborg hevur verið til lodnufiskiskap í eina góða viku vestur úr Grimseyð, teir hava uml. 800 tons av heilfrystari lodnu og rokna við at landa á Reyðafirði um vikuskiftið.

Vit á JN.fo tosaðu við skiparan Jón Rasmussen í kvøld, Jón segði, at tað var óveður norðanfyri - uppí 30m/sek og kavarok, tað var eisini bítandi kalt. Jón segði, at teir hava tvær nótir umborð, teir høvdu skrætt tað størru nótina illa, so hon bleiv løgd upp á Eskifirði, tá ið teir fóru at landa á Reyðafirði, helst í vikuskiftinum. 

Jón Rasmussen segði eisini, at teir í 2013 og 2014 byrjaðu at fiska lodnu ávikavíst 11. og 9. februar, og at teir tá fingu lodnuna á Suður/Eysturlandinum, men har var einki fiskarí enn, so íslendingar tosaðu um, at lodnan møguliga hevði broytt ferðingarmynstrið.

Annars er nógv lodna fiskað útfyri Norðurlandinum í ár og virkini hava tikið ímóti stórum nøgdum, serliga virkini á Eysturlandinum - Neskaupstaði, Fáskrúðsfirði, Eskufirði og eisini á Seyðisfirði hava teir tikið ímóti lodnu.

Í kvøld fóru Aðalsteinn Jónsson, Hakon og Bjarni ??lafsson allir at sigla inn, teir landað til virkini á Eysturlandinum.

Finnur Fríði er eisini farin á lodnuveiðu, væntandi koma teir á fiskileið í nátt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder