Vinna

??ll strandarlondini til uppisjóarfisk í N-Atlantshvinum møtast í Føroyum

...

2021-09-19 17:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í farnu viku var Herluf Sigvaldsson á fundi í Brussel við stjóran hjá ES í fiskivinnu- og sjóvinnumálum, Herluf sigur at fundurin var sera góður og nógv mál vórðu viðgjørd.

Nú komandi týsdag verður fundur á Hotel Føroyum, har Norra, Bretland, ES, Ísland, Grønland, Russland og Føroyar verða umboðað t.v.s. øll strandarlondini.

Herluf Sigvaldsson, sum er formaður fyri strandarlandasamráðingarnar um makrel sigur, at tað eru Føroyar, sum hava tikið stig til fundin. Fundurin byrjar týsmorgunin og heldur fram til seinnapartin hósdagin.

Hvussu verður við silda- og svartkjaftasamráðingunum er enn ikki greitt, har eru tað ikki Føroyar, ið hava formansskapin.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder