2015-01-20 00:26
Aftur í dag lækkaði oljuprísurin, seinast oljuprísurin lækkaði var mánadagin í farnu viku. Í dag fór ein litur av bensini 6 oyru niður í prísi fyri liturin, tað er ein lítil lækking í mun til seinast bensini fall í prísi, tí tá fall bensin prísurin 23 oyru fyri liturin. Sostatt kostar bensini nú kr. 8,69.
Prísurin á dieselolju er samstundis lækkaður 6 oyru fyri liturin. Ein litur av dieselolju kostar nú kr. 7,60.
Eitt tons av brenniolju kostar 6.300 krónur. Tað er tað sama, sum fyri einari viku síðan, brennioljan fall ikki í prísi í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald