Mentan

??lavur Thomsen skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla

...

2015-07-21 02:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur sett ??lav Thomsen í starvið sum skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla frá 1. august 2015 at rokna. ??lavur Thomsen er 40 ára gamal og býr í Leirvík. Hann tók læraraprógv í 2005 á læraraskúlanum í Ribe og starvaðist eftir lokna útbúgving fyrstu árini sum lærari á Felagsskúlanum á Oyrarbakka. Tvey tey síðstu árini hevur hann verið skúlastjóri í Vestmanna skúla.

??lavur Thomsen hevur tikið skeið í leiðslu á Akademiútbúgvingini á handilsskúlanum, PLET- skeið umframt onnur viðkomandi skeið. Í síni frítíð er ??lavur Thomsen m.a. virkin innan fyriskipan av toymismenning og serstøkum náttúruupplivingum í felagnum NAX ???North Atlantic Xperience.

??lavur Thomsen er settur í starvið eftir at Gerður ??lína Steinþórsdóttir eftir stuttari tíð ynskti at fara úr starvinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder