Vinna

??kta virksemið sæst aftur í vaksandi umsetningi í smásøluni

...

2015-04-01 13:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Umsetningurin í smásøluni er vaksin munandi frá 4. ársfjórðingi í 2013 til 4. ársfjórðing í 2014 sæst av nýggju mvg-uppgerðini hjá Hagstovuni, ið vísir gongdina bæði í ársins og í føstum prísum. Roknað í føstum prísum er tað tó bert umsetningurin fyri mat- og drekkavørur, ið er komin upp á støðið, ið var undan fíggjarkreppuni í 2008. Hóast vøkstur eisini er í bólkunum klædnavørur og fótbúnaður og í búnýti og innbúgv, er har nakað eftir enn at røkka sama umsetningi, ið var fyri sjey árum síðani.

Matur og drekka
Umsetningurin fyri mat og drekka í ársins prísum heldur fram at vaksa. Orsøkin er ikki einans prísvøkstur men eisini vøkstur í føstum prísum, ið er tað sama sum vaksandi mongd. Hetta vísa tey nýggjastu vísitølini. Ein skal tó hava í huga at 4. ársfj. er sermerktur av jólahandlinum.

Vísitalið fyri umsetningin fyri bólkin matur og drekka, roknað í ársins prísum, vaks úr 150,7 í 4. ársfj. 2013 til 159,0 í 4. ársfj. í 2014. Hetta er ein vøkstur á 8,3 prosent stig. Í føstum prísum, t.v.s. reinsað fyri prísvøkstur, vaks vísitalið úr 124,5 til 131,3, ið er ein hækking uppá 6,7 prosent stig.

Verður hugt nærri at gongdini í føstum prísum sæst, at umsetningurin í 4. ársfj. 2014 nú er farin eitt vet upp um 4. ársfj. 2007 (sí myndina omanfyri um mat og drekka í føstum prísum). Við øðrum orðum er vísitalið fyri mongd í bólkinum matur og drekka fyri fyrstu ferð komið upp á støðið, sum var í tíðini áðrenn fíggjarkreppan tók seg upp í 2008.

Myndin um prísgongdina fyri mat og drekka vísir, er prísurin fyri mat og drekka alsamt vaksandi, og vaks munurin millum ársins prísir og fastir prísir við 1,6 prosent stig í 4. ársfj. 2014. T.v.s. at her er ein prísvøkstur farin fram.

Klæðir og fótbúnaður
Umsetningurin av klæðum og fótbúnað er framvegis ájavnt við umsetningin í 2012 og 2013 og skal vaksa nógv aftrat fyri at røkka støðið áðrenn 2008. Vísitalið í ársins prísum var 177,2 fyri 4. ársfj. 2014 í mun til 178,4 í 4. ársfj. 2013. Hendan lítla afturgongdin skal takast við fyrivarni fyri rættingum, ið verða gjørdar leypandi.

Sum nevnt omanfyri, so er gongdin í umsetninginum í føstum prísum tann sama sum í ársins prísum. Tvs. at vit her hava vaksandi prís og nøgd (sí myndirnar niðanfyri um trend í ársins- og í føstum prísum og prísgongd).

 

Myndin omanfyri vísir gongdina fyri trendur í ársins og føstum prísum. Her sæst, at eftir 1. ársfj. í 2008 fór ein munandi príslækking fram, og at prísurin síðani 2010 hevur funnið eina rímiliga legu.

Prísgongd er ein útsøgn, sum vísir til lutfallið millum uppgjørt í ársins prísum og føstum prísum. Hetta lutfallið sigur nakað, um tað hevur verið ein prísvøkstur ella ???lækking í mun til undanfarna ársfjórðing.

Búnýti og innbúgv
Fyri bólkin búnýti og innbúgv sæst ein støðug framgongd síðani 2011 í bæði ársins og føstum prísum. Samanbera vit 4. ársfj. 2014 við sama ársfj. í 2013, var vøksturin í ársins prísum 7,3 prosent stig og í føstum prísum 7,1 prosent stig.

Henda framgongd skal halda fram í nøkur ár enn, um vit skulu røkka sama støði sum í 2006-2008.

Myndin niðanfyri vísir trendur fyri búnýti og innbúgv í ársins og í føstum prísum. Her sæst, at síðani fyrsta ársfj. í 2005 er ein príslækking farin fram. Tá ið prísvøksturin verður tikin burturúr sæst, at broytingin í vísitalinum fyri mongd hevur somu gongd men liggur nakað omanfyri gongdina í ársins prísum.

Á myndini, ið vísir vísitalið fyri prísgongdina, sæst, at í tíðarskeiðinum 1999???2003 hækkaðu prísirnir munandi, men síðani 2005 er ein støðug lækking farin fram, um enn til tíðir við nøkrum sveiggjum, og sýnist at hava funnið eina legu sum er.

Skal ein taka samanum, so kann sigast, at konjunktururin er vendur, og virksemið í samfelagnum er vaksandi. Tað sæst aftur í vaksandi umsetningi í smásølu, og sæst henda jaliga gongdin eisini í øðrum uppgerðum hjá Hagstovuni um til dømis arbeiðsloysi og lønarútgjaldingar.

Nýggjastu tølini skulu tó takast við einum fyrivarni, tí tey kunnu broytast í komandi ársfjórðingsuppgerðum. Orsøkin til at so er, skyldast m.a. mvg-upplýsingum, ið ikki eru komnar inn til tíðina, rættingar til uppgerðir, ið eru innlatnar, umframt aðrar orsøkir. Í uppgerðini av hesum tølum hevur Hagstovan tikið hædd fyri manglandi uppgerðum, so at nýggjastu tølini ikki skulu vera heilt av leið.
 

Tølini eru at finna í hagtalsgrunninum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder