Lýsing

??fulltikin dekkari til Vørn-Fiskiveiðieftirlitið

...

2016-10-24 21:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tvey størv sum ófulltikin dekkari á skipunum hjá Vørn-FVE, verða hervið lýst leys.


Starvstíðin sum ófulltikin dekkari, telur sum starvstíð við handilsskipum.
Ert tú ung/ungur, tó minst 18 ár og hevur hug til arbeiði umborð á skipi, og ætlar tær eina útbúgving sum navigatørur, so er hetta ein góður møguleiki.

Arbeiðið umfatar at ganga vakt og annars at taka lut í vanligum skipsarbeiði.

Førleikakrøv:
???Skal hava heilsuváttan til sjófólk, ið er uttan avmarkingar, og vera skikkað/skikkaður til kagtænastu.
???Fyrimunur er við gildugum trygdarskeiðsprógvi.

Setanin sum ófulltikin dekkari er avmarkað til tvey ár.

Setanartreytir og løn eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
3 teir fyrstu mánaðirnir eru royndartíð.
Setanarøkið er Fiskimálaráðið og stovnar undir ráðnum.
Tænastustaðið er í løtuni Vørn-Fiskiveiðieftirlitið.

Skrivlig umsókn við: CV, avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera Vørn í hendi í seinasta lagi 07. november 2016 kl. 1200.
Starvið sum ófulltikin dekkari verður sett sum skjótast.

Umsókn skal sendast til :[email protected] ella

Vørn, Yviri við Strond 3, postsmoga 1238, 110 Tórshavn

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Vørn tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu. Henda lýsing er eisini á heimasíðuni www.vorn.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder