JN

??friðarlig nátt í Havn

...

2016-06-26 16:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

KVF: Í Tórsgøtu var hópbardagi við 15 monnum. Løgreglan var noydd at nýta piparsprey, fyri at fáa menninar at skiljast. Aðrir bardagar vóru eisini og einaferð í nátt varð løgreglan boðsend til eini privathús, tí pápi og sonur vóru farnir til hendurs. Avhoyringar fara fram í tí málinum í løtuni.

Tað vóru eisini fleiri, sum hildu tað vera skilagott at klintra upp á ymsar tekjur í býnum og sita har og lurta eftir tónleikinum. Seks mans vóru farnir upp á takið á Sirkus, tveir mans vóru uppi á tinghústakinum, og ein maður var farin so høgt upp sum upp á takið á Hotel Tórshavn. Fleiri hava eftir øllum at døma øtast við og lagt myndir á Facebook av manninum uppi á tekjuni. Maðurin á tekjuni á Hotel Tórshavn, tók eina sokallaða "selfie," áðrenn hann kom niður aftur.

Annars vóru nógv full fólk koyrd til hús og ambulansan mátti eisini eftir persóni, ið var dottin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder