2014-11-07 21:43
STARVSSETAN: Landsverk hevur sett Hans Albert Hansen í starv sum fíggjar- og umsitingarleiðara. Hann avloysir Árant Andriasson, ið hevur røkt starvið í 12 ár, og sum nú ynskir at trappa niður.
Stjórnardeildin á Landsverki hevur fingið nýggjan deildarleiðari. Talan er um 48 ára gamla Hans Albert Hansen, sum hevur verið í starvi á deildini seinastu trý árini sum varaleiðari.
Nýggi leiðarin er settur í starv fyri Árant Andriasson, ið hevur verið deildarleiðari seinastu 12 árini, men sum hevur ynskt at verið loystur frá leiðsluppgávuni. Árant Andriasson verður tó framvegis varastjóri á stovninum.
Stjórnardeildin hevur ábyrgd av fíggjar-, roknskapar-, starvsfólka- og HTU-økinum, sum er heilsa-, trygd- og umhvørvisøkið.
Hans Albert Hansen, sum er útbúgvin cand. merc. á Handilsháskúlanum í ??rhus, hevur tikið við leiðslustarvinum frá í dag at rokna, tað skrivar lv.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald