2018-12-12 23:05

Í nakrar mánaðir hevur borið til at bíleggja sær tíð til læknaviðtalu á heimasíðuni:https://minlaekni.fo/
Samskifti í hesari skipanini er einvegis, tí fær læknaskrivarin bert givið eina ásetta tíð og ikki spurt nærri um hvat ella hvussu. Ráðini frá læknaskrivaranum eru tí, at man skrivar frían tekst, t.d. um nær liggur best fyri, ella nær tað ikki liggur fyri. Um tíðin, ið ein fær, ikki er hóskandi, skal man sjálvur avlýsa tíðina.
Eisini ber til at endurnýggja resept-heiligvág. Ynski er, at fólk taka hesa tænastu til sín.
Kelda og mynd: Sorvag.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald