JN

Nýggj heimasíða um hiking

...

2016-10-27 21:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv

Nýggj heimasíða um hiking.

Fyrst í komandi ári verður ein nýggj føroysk heimasíða slept leys. Tað er heimasíðan www.hiking.fo, ið íðni fjallagongumaðurin Pól Sundskarð er í ferð við at menna. Hiking.fo er fyrst og fremst ætlað ferðavinnuskrivstovum, ferðafólki og fjallaáhugaðum føroyingum, har allar neyðugar upplýsingar um Føroyar og føroyskar fjallatúrar fara at verða lýstar, eins og krøv og loyvi, faktuellar upplýsingar o.a.um hvønn túrin sær verða at finna. Meiri um hetta seinni.

Ein náttúrligur partur av tilfari og upplýsingum um Føroyar, ið nýggja heimasíðan ger nýtslu av, kemur frá vælkendu føroysku heimasíðuni www.heimabeiti.fo, ið politisturin og fyrrverandi sýslumaðurin Kári Thorsteinsson hevur ment og rikið seinastu mongu árini. Sum heiti á síðuni hjá Kára vísir til, so er innihaldið á síðuni av øllum handa slagi, ið hevur við kommunur, bygdir, frítíðarlív, seyð og seyðahald, grind o.l. av almennum týdningi fyri flestu føroyingar.

Sum lið í víðkaða virksemi sínum innan frítíðarvirksemi og náttúruupplivingar hevur Pól Sundskarð yvirtikið heimasíðu og innihaldið í heimabeiti.fo. ??tlanin hjá Pól Sundskarð er, í fyrsta umfari, at samantvinna innihaldið í báðum síðunum, fyri síðani at arbeiða fram ímóti at dagføra, og samanrenna, báðar síðurnar seinni, sum ein sterkan og upplýsandi miðil við øllum viðkomandi og dagførdum tilfari um Føroyar, bæði fyri føroyingar og teir gestir, ið koma at vitja Føroyar, - ella sum bert ynskja kunning um Føroyar.

Kári Thorsteinsson kemur framhaldandi at vera við í dagføring og røkt av www.heimabeiti.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder