Vinna

Nýggj ANRU til Hvannasunds

...

2020-10-08 14:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eigararnir handan fiskivinnufelagið ANRU í Hvannasundi, Janus Rein og Gundur Sørensen,hava keypt línubátin Mýling, sum hevur fingið navnið ANRU og kemur inn í felagið í staðinfyri núverandi ANRU. 

???Vit eru sera spentir upp á hetta skipið, sum er serstakliga væl útgjørt, serliga tá hugsaðverður um støddina á skipinum???, sigur Gundur Sørensen, og sipar m.a. til, at skipið hevurautolínuskipan, gott og vælskipað dekkspláss at arbeiða fiskin í, umframt kølilast ogkrapaísskipan, sum gevur serliga góða fiskigóðsku. ???Harumframt hava vit tryggjað okkumeina rúgvu av fiskidøgum, so nú er um at fiska. Vit fara at vera 7 mans við skipinum, og síðanihugsa vit at koyra við hálvaðru manning, tá vit eru komir ordliga í gongd???, leggur Gundurafturat. 

Janus Rein sigur í stuttari viðmerking, teir eru ordiliga spentir upp á at koma í gongd viðnýggju ANRU, men at teir báðir samstundis ásanna, at tað er við sorgblídni, at teir nú setafyrru ANRU til sølu, tí báturin hevur riggað serstakliga væl hjá teimum sum útróðrarbátur,umframt at hann er í góðum standi og í millum størstu og best egnaðu útróðrarbátarnar íbólki 5A. 

Janus og Gundur ynskja ikki at upplýsa, júst hvussu nógv nýggja verkætlanin hjá teimumkostar, men siga í stuttum, at sæð í mun til støddina á teirra lítla reiðaríi, so er talan um einarisa verkætlan, sum teir persónliga hava sett heilt nógv av peningi í. 

Nýggja ANRU er á beding hjá MEST inntil mitt í næstu viku, har skipið verður málað avnýggjum umframt at ymsar ábøtur verða gjørdar. Tá ANRU kemur av beding aftur, fer skipiðfyrst og fremst norður til heimbygdina Hvannasund, og síðani verður farið beina leið tilfiskiskap. 

???Nú byrjar so eitt nýtt kapittul í okkara lítla reiðaríi???, siga Janus Rein og Gundur Sørensen tilendans.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder