FSF: Fríggjadagin var reisigildi við Tórsvøll, í sambandi við at nýggi FSF-bygningurin nú er reistur. Eftir ætlan verður bygingurin tikin í brúk í juli mánaða komandi ár
Fríggjadagin varð lítið hátíðarhald við Tórsvøll, í sambandi við at nýggi FSF-bygningurin nú er reistur. Tað er J. & K. Petersen, ið stendur fyri arbeiðinum, og væntandi verður bygningurin tikin í brúk á ólavsøku komandi ár.
Bygningurin verður í trimum hæddum, við matstovu í niðastu hædd, sum Hotel Føroyar fer at standa fyri, meðan umsitingin hjá Fótbóltssambandi Føroya fer at halda til í ovastu hæddini.
Hvat miðhæddin skal brúkast til, er ikki endaliga avgjørt enn.
- Í løtuni eru eini 10-13 mans knýttir at arbeiðinum at gera jørð og betongarbeiðið, men tá bygingurin verður innilokaður, koma fleiri mans at arbeiði í nýggja FSF-bygninginum, sigur Bergur Rask Olsen, arbeiðsformaður hjá J. & K. Petersen.
Tað eru Tórshavnar Kommuna og Fótbóltssamband Føroya, ið standa fyri at byggja nýggja FSF-bygningin við Tórsvøll.
Í nýggja bygninginum verður pláss fyri umleið 900 áskoðaraplássum, ið øll verða undir taki.
Kelda og myndir FSF.fo
Bergur Rask Olsen, arbeiðsformaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald