Vinna

Nýggi Christian í Grotinum komin

...

2021-01-04 12:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Avloysaraskipið fyri Christian í Grótinum, Margret, sum er keypt úr Akureyri í Íslandi, kom á Klaksvík um miðdagsleitið í gjár.

Við vóru fimm mans, sum fóru beina leið á flogvøllin, og koyrdu sjálvir við bilinum hjá reiðaranum, Kristian Martin Rasmussen.
Margret er 2350 rummetrar til støddar, meðan Christian í Grótinum var 2500 rummetrar.
Reiðaríið hjá Margret byggir ein nýggjan Wilhelm Thorsteinsson á somu skipasmiðju, sum P/F Christian í Grótinum letur byggja sín nýggja Christian í Grótinum, ið eftir ætlan kemur um eitt gott ár.
Margret, sum er frá 1996, hevur fyrr verið í føroyska flotanum undir navninum Høgaberg.
Teir lata væl at skipinum, sum er í góðum standi og síggja manningarúmini heilt gott út.
Tað var ein stuttur steðgur hjá íslendsku manningini, og har vóru eingi lógvatøk á kaini í Norðhavnini í gjár. Bert vinarlig orð og heilsanir manningarnar í millum, sum stóðu í rættiliga góðari fjarstøðu frá hvørjum øðrum.
???Skíla bestu kveðjur til Íslands???, varð sagt av nýggju eigarunum, og so hoppaðu íslendingarnir inn í bilin.
Eitt leiguflogfar stóð á flogvøllinum og bíðaði eftir manningini, sum fór beina leið á flogvøllin ??? og síðani til Íslands.
Vit ynskja bestu eydnu við ???nýggja??? Christian, sum báturin skal eita.

Orð og mynd: Dávur Winther.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder