
Anfinn Gærdum skrivar á Facebook:
Var mær ein túr við tunnilsmunnan í dag og tók nakrar myndir. Tað er jú týsdagin kl 14 at Hendrik Old kemur at lata fyrsta skotið av. Vónandi koma nógv fólk til Strendur í samband við dagin. Hetta er og verður ein spennandi tíð - frá at vit liggja sum ein blindtarmur eru vit um 3 ár mittpunktið í Føroyum. Sjálvur vænti eg at Strendur kemur at hava eina stóra tilflyting - nógv fólk vilja byggja her. Tað er eitt stórt uppland - stórt byggilendi. Vit fara nú at stykkja 40 grundstykkir. Her er eisini eitt super gott útsýnið. Tað kemur bara at taka 10 min at koyra til Havnar.
Eftir at røður eru hildnar og fyrsta skotið er latið av - verða øll boðin í Bygdahúsið til kaffi/te/saft og eina stóra mongd av køkum / frukt og karamellur. Vælkomin øll somul.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald