2021-02-02 21:23

Nú fær Bakkafrost føroyskan elbát. MEST fer at byggja ein grønan, elriknan alibát til Bakkafrost. Báturin fer einans at nýta streym, og verður løddur tær tíðirnar á samdøgrinum, tá streymurin frá SEV í mestan mun kemur frá vatni og vindi. Tískil verður báturin rikin so umhvørvisvinarligt sum yvirhøvur til ber.
Í dag skrivaðu Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, og Mouritz Mohr, stjóri á MEST, undir sáttmálan.
Kelda: US.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald